Lýsing
Hevur tú útbúgving innan skrivstovuyrkið ella líknandi, ert ágrýtin og áhugað/-ur í einum
hálvtíðarstarvi, so er eitt fjølbroytt og áhugavert starv sum bókhaldari leyst at søkja á Havstovuni.
Starvsstaðið er í móttøkuni á Havstovuni sum partur av umsitingini. Byrjast skal skjótast gjørligt.
Vit bjóða eitt fjøllbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum
og samskifti bæði innanhýsis og úteftir.
Havstovan er ein stovnur undir Fiskimálaráðnum og varðar av Havrannsóknarskipinum Jákup Sverra, Hvalagransking og Fuglakanningarstøðini.
Arbeiðsøkið
Arbeiðið sum bókhaldari er rættiliga fjølbroytt, har tú fert at:
- Føra bókhald
- Røkja skrivstovuna og móttøkuna
- Gera annað fyrifallandi arbeiði
- Í stóran mun at arbeiða í toymi við umsitingini á Havstovuni
Setanartreytir
Hesar eru:
- Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
- Royndir við fyrisiting
Kunnleiki um kt-skipanir, so sum Búskaparskipan Landsins, o.l.
- Góður málførleiki
- Góður telduførleiki á brúkarastigi
- Góð samstarvsevni og góður førleiki at arbeiða sjálv[1]støðugt
Løn sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmála[1]ráðið. Starvið er flokkað í 5. flokki.
Umsókn
Umsókn við avritum at prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 15. desember 2025.
Umsókn skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Erling í Liða, fíggjar- og umsitingarleiðara, teldupost erlingl@hav.fo, ella Maritu Rasmussen, stjóra, teldupost marita@hav.fo, tlf. 35 39 00.
Um Havstovuna:
Á Havstovuni arbeiða vit við at granska, kenna og ráðgeva um fiskiskap og havumhvørvið í teimum økjum, har Føroyar hava fiskiveiðuáhugamál. Havstovan hevur sostatt nógva vitan um lívfrøðiliga ríkidømið, sum føroyski búskapurin stendur á. Havstovan ráðgevur almennu myndugleikunum um m.a. fiskiskap, luttekur í fiskiveiðusamráðingum, og í altjóða og vinnuligum verkætlanum. Á Havstovuni verður granskað í øllum teimum viðurskiftum, sum hava týdning fyri livilíkindini hjá sjófeinginum kring Føroyar.
Aftrat vanliga arbeiðinum arbeiðir Havstovan við fleiri verkætlanum. Summar av hesum ger stovnurin einsamallur, meðan aðrar verða framdar í samstarvi við føroyskar ella útlendskar granskingarstovnar og/ella vinnuna. Verkætlanirnar eru oftast fíggjaðar uttan fyri Havstovuna. Á Havstovuni arbeiða 34 starvsfólk og umborð á okkara havrannsóknarskipi Jákup Sverra arbeiða 16 sjófólk.