P/F Hotel Hafnia
Útgivið
22. december 2025
Útgongur
10. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú eitt ynski um at starvast í einum grønum parti av tænastuvinnuni? Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av okkara eldhugaða lærlingatoymi í móttøkuni á Hafnia, sum í dag er eitt nútíðar cityhotel.

Her sleppur tú at læra og vaksa í einum livandi umhvørvi, har nógv er at gera og uppgávurnar eru fjølbroyttar. Vit bjóða tær eitt lærupláss við góðum og ágrýtnum starvsfeløgunum, sum fara at geva tær góða upplæring og nógvan lærdóm við á starvsleiðini.

Vit bjóða

  • Eina læru við massar av framtíðarmøguleikum
  • Ein fjølbroyttan og avbjóðandi arbeiðsdag har gesturin er í fokus
  • Burðardygd og góðsku
  • Miðbýaratmosferu
  • Møguleikan at royna teg á Hotel Brandan, um tú ynskir tað

Harafturat bjóða vit gott samanhald og ein dagligdag við fleiri aðrar lærlingar. M.a. annað Maritu, sum tú gjarna mást ringja til á tel. 253715, um tú hevur spurningar.

Vit vænta, at tú

  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Trívist í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur er líka
  • Ert forvitin eftir at læra
  • Sært tað sum ein spennandi vinnuveg at arbeiða innan tænastu á altjóða støði

Starvssetan og umsóknarfreist
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála millum Samverk og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvsbyrjan er 15. februar 2026 ella eftir nærri avtalu. Freistin at søkja er 10. januar 2026. Skúlagongdin er í Danmark.

Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi!

Søkjast kann umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER

Ynskir tú at fáa meira kunning um læruna, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Súnfríð Lambaa á tel. 218156.

 

Líknandi størv

Arbeiðsfólk til verklagsarbeiði   Faroe Islands nýtt
22. december 2025
22. december 2025
22. december 2025
KT-supportari til IRF   Faroe Islands nýtt
22. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið