Kemilux
Útgivið
23. december 2025
Útgongur
6. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Dámar tær at arbeiða við hondunum, taka ábyrgd og vera partur av einari framleiðslu, har góðska og nærlagni er lykilin? Hjá Kemilux fært tú møguleikan at arbeiða í hjartanum av okkara framleiðslu, har okkara sápur og reingerðarevni verða skapt.

Vit leita eftir einum sápublandara, at arbeiða fulla tíð í okkara framleiðslu. Tú verður ein týðandi partur av toyminum, sum dagliga tryggjar, at okkara vørur liva upp til høgu krøvini um góðsku og trygd, bæði til føroyska og útlendska marknaðin.

Um starvið
Sum sápublandari fært tú ábyrgd av at blanda sápur til framleiðslu, og arbeiða við bæði stórum og smáum nøgdum. Tú arbeiðir við rávørum, tangum og ert við til at tryggja, at alt verður gjørt rætt.
Tú verður partur av framleiðslutoyminum, har samstarv, ábyrgd og gott arbeiðslag eru í miðdepli. Tú fært góða upplæring og eina gjølla innleiðslu í okkara arbeiðsgongdir, rávørur og framleiðslu.

Tínar uppgávur verða m.a. at:

  • Blanda sápu í størri nøgdum - upp til 10 tons í senn
  • Handfara rávørur, m.a. 25 kg sekkir og 1.000 liturs tangar
  • Viga smærri nøgdir neyvt, t.d. litir og anga (parfumu)
  • Hjálpa til við pakking og áfylling í dunkar o.a.

Starvið krevur kropsliga styrki, og evni at arbeiða neyvt og varisliga.

Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú:

  • Ert fylt/ur 18 ár
  • Hevur gott yvirlit og arbeiðir skipað
  • Dugir at arbeiða bæði grovt og fínt - frá tungum lyftum til neyva vigan
  • Trukk koyrikort er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Dugir flótandi føroyskt, bæði skrift og talu

Vit bjóða tær:

  • Eitt støðugt og fjølbroytt starv
  • Góða og gjølla upplæring
  • Eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi
  • Arbeiðstíð mánadag til fríggjadag kl. 08:00–16:00

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða sambært avtalu partanna millum.

Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Dáva Restorff Hansen á tlf. 662028, ella við at senda ein teldupost til: davur@kemilux.fo Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Kemilux: www.kemilux.fo.

Umsókn og freist
Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast við telduposti til: davur@kemilux.fo

Umsóknarfreistin er týsdagin 6. januar 2026 kl. 12:00.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Kemilux
Kemilux er ein lokal fyritøka við kundum um allan heim, og er skrásett hjá ACHILLES og er ISO 9001:2015 góðkend.

Felagið hevur røtur heilt aftur til 1965, og hevur verið virkin partur í føroyska húsarhaldinum og føroysku vinnuni líka síðan. Reingerðarvørurnar eru kendar í Føroyum og úti í heimi, og fyritøkan arbeiðir støðugt við at menna vørur og tænastur, sum skara framúr í góðsku og nýtslu. Kemilux selur eisini reingerðarútgerð, trygdarútgerð og arbeiðsklæðir. Hjá Kemilux starvast um 30 fólk, og felagið húsast í tveimum stórum bygningum í Havn.

Líknandi størv

Leiðari til sambýlir í Havn   Faroe Islands nýtt
23. december 2025
23. december 2025
23. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið