Almannaverkið
Lýsing
Almannaverkið søkir eftir einum starvsfólki til Sambýlið á Reynstúni á Argjum. Sambýlið er fyri fólk við menningartarni og fjølbreki. Í húsinum er pláss fyri 18 fólkum. Sambýlið er skipað í tvær lonir við níggju búfólkum í hvørji lon. Karmarnir eru sera góðir, bæði fyri búfólk og starvsfólk.
Um starvið
Talan er um eitt starv 35 tímar um vikuna at byrja 01.02.2026 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Vaktirnar fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni og 3. hvørt vikuskifti.