Maskinhandilin í Saltangará
Útgivið
11. februar 2026
Útgongur
24. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Vit vilja bjóða tær eitt spennandi tilboð sum handilslærlingur í Maskinhandlium!

Við í tilboðinum fært tú:

  • Eitt spennandi arbeiðspláss við fjølbroyttum uppgávum
  • Eina útbúgving, ið er eitt sera gott undirstøði, um tú ætlar at arbeiða víðari innan handilsvinnuni sum handilsleiðari ella annað líkt.
  • Djypri vitan innan maskinarbeiði, amboð, máling, umframt annað
  • Økt um tínar førleikar og fakliga vitan innan kundatænastu og søluarbeiði

Um handilin
Vit hava til endamáls at veita maskin- og arbeiðsvinnuni tað, ið henni tørvarfyri at røkja sína uppgávu, har vit leggja okkum serliga eftir, at vøran er dygdargóð og før fyri at fullføra uppgávuna. Hetta fevnir um fleiri vørubólkar, til dømis: Maskinamboð, máling og billakk, arbeiðsklæði og nógv annað.

Hevur tú áhuga fyri slíkum arbeiði og dámar væl at samskifta við fólk, so er hendan útbúgvingin kanska júst nakað til tín!

Um útbúgvingina:
Skúlagongdin er í Danmark í 7-11 vikur, býtt upp í styttri tíðarskeið. Lærutíðin er 2 ár við
FHS- ella Búskaparbreytsprógvi. Við 9. (ella 10.) floksprógvi er lærutíðin 4 ár.

Ert tú áhugað/ur, ynskir at søkja ella bara vil vita meir, so er at seta teg í samband við Hildigerð á has@maskin.fo ella á tlf. 747777.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær sum skjótast!

Líknandi størv

Hálvtíðarstarv sum sølufólk   Faroe Islands nýtt
11. februar 2026
KT support lærlingur til Storm   Faroe Islands nýtt
5. februar 2026
4. februar 2026
Móttøkufólk til Norrönu   Faroe Islands nýtt
3. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið