Klaksvíkar Kommuna
Lýsing
Klaksvíkar svimjihøll søkjir eftir kvinnuligum lívbjargara, til eina av stórstu hallunum í
landinum. Svimjihøllin hevur millum annað 25 metra svimjihyl, baðiland, heittvatnshyl, sauna
og innan- og uttandura vælveruøki. Eisini hevur høllin eina hugnaliga kafeteriu.
Høvuðsuppgávurnar eru:
- at arbeiða sum lívbjargari, herundir taka lut í vaktarskipan
- at virka fyri, at trygdin verður yvirhildin í svimjihøllini
- at virka fyri, at reinførisreglur verða yvirhildnar
- at vaska høll, brúsudeild, sauna v.m.
Aðrar uppgávur eru:
- at samstarva um nýggj hugskot, kundanum at frama
- at taka lut í svimjihallarteknikki, so sum klorroyndir, PH-royndir v.m.
- at taka lut í ymiskum røktararbeiði
- at vera í móttøkuni
Les meira um starvið og søk umvegis leinkjuna á okkara heimasíðu, www.klaksvik.fo Lívbjargari til Klaksvíkar svimjihøll.
Freistin er 18. mars 2026