Runavíkar Kommunuskúli
Útgivið
24. marts 2026
Útgongur
7. april 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir varaskúlastjóra í fast starv at byrja 1. august 2026

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum

  • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran og leiðslutoymið annars taka lut í fyrisitingarligu og
  • námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans
  • dugir at samstarva og er fyrikomandi
  • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans

Harumframt skal varaskúlastjórin

  • standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning á skúlanum
  • saman við leiðslutoyminum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
  • saman við leiðslutoyminum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað kann vera fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir og/ella leiðsluútbúgving. Umsøkjarin eigur at hava:

  • góð leiðslu- og samstarvsevni
  • vilja og evni at royna nýggjar leiðir skúlanum at frama
  • góðan málsligan førleika á skrift og í talu
  • førleikar at taka neyðugar avgerðir og er sinnaður at fara undir avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er Runavíkar kommunuskúli. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið verður lønt í lønarflokki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Starvið er sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er í tænastumannastarvi frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsókn við prógvi, CV og møguligum ummælum skal verða Duritu P. Joensen, skúlastjóra í hendi í seinasta lagi týsdagin 07. apríl 2026 kl. 12.00.

Umsóknin skal sendast á: durita.joensen@skulin.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 217331

Í Runavíkar kommunuskúla eru uml. 515 næmingar í 0. – 10. flokki. Undirvísingin fer fram í tveimum skúlabygningum, Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í Glyvra skúla ganga næmingar í forskúla og 1. - 3. flokki og í skúlanum við Løkin næmingar í 4. - 10. flokki. Harumframt er eitt sertoymi í Glyvra skúla og eitt í skúlanum við Løkin. Í skúlanum starvast í løtuni uml. 70 starvsfólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið