Lýsing
Kanska heimsins besta starv.
Vit leita eftir tær, sum vilt hava ein stuttligan arbeiðsdag. Vit eru 20 starvsfólk, ið gleða okkum at arbeiða saman við tær.
Okkara arbeiði snýr seg um eina rúgvu av fittum børnum á 10 stovum.
Í einum hjartaligum samstarvi gera vit alt fyri at teirra gerandisdagar skulu vera so góðir og gevandi sum tilber.
Vit eru ein dagstovnur, sum liggur sera væl fyri. Vit hava bæði náttúruna og býin beint uttan fyri dyrnar. Og hetta litar okkara gerandisdag, tí vit við hesum kringumstøðum kunnu gera dagarnar hjá børnunum ríkar og fjølbroyttar.
Stovnurin er júst tvífaldaður í stødd, og tí hava vit tørv á 8 nýggjum starvsfeløgum, námsfrøðingum og hjálparfólki.