HEYGABÚÐIN
Útgivið
8. september 2022
Útgongur
17. september 2022
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Heygabúðin sóknast eftir fleiri ábyrgdarfullum starvsfólkum, sum serliga eru áhugaði í, at arbeiða um kvøldi gerandisdagar, og í skiftandi vaktum í vikuskiftinum (leygardag og sunnudag).

Heygabúðin er partur av Samkeyp-átakinum, og vit hava opið hvønn dag frá kl. 8:00 – 22:00. Heygabúðin hevur veitt kundatænastu síðan 1949. Tískil er sera týdningarmikið at tú:

  • Ert fyrikomandi, smílandi og røkin
  • Ert áhugað/ur at geva kundanum eina góða uppliving
  • Ert fleksibul í mun til arbeiðsuppgávur og arbeiðstíðir
  • Hevur lætt við at læra
  • Tekur ábyrgd
  • Kann starvast sjálvstøðugt eins og í toymi

Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur royndir innan handil.

Umsókn
Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast umvegis teldupost til heygabudin@heygabudin.fo

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tó endar hendan umsóknarrundan 17. september.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðun Højbro umvegis teldupost ella á tlf. +298 226156.

Líknandi størv

31. oktober 2025
HTU starvsfólk til MEST   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið