VØRN MRCC
Útgivið
16. januar 2023
Útgongur
31. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
27

Lýsing

Eitt starv sum 2. maskinmeistari við skipunum hjá Vørn verður hervið lýst leyst.

Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúminum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er
  • Fremja viðlíkahaldið sambært viðlíkahaldsskipan
  • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði

 Førleikakrøv:

  • Vinnubræv sum “skipsmaskinmeistari á 2. stigi” ella maskinmeistari við 3 ára útbúgving og vinnubræv sum “vakthavandi maskinyvirmaður”
  • Heilsuváttan og trygdarskeið fyri sjómenn
  • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
  • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
  • Góð samstarvsevni
  • Aldur og heilsu til at gerast vinnukavari. Fyrimunur, men ikki krav

Setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið fyri maskinmeistarar/motorpassarar á vaktarskipum. Starvið er tænastumannastarv og lønt í 30. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelaginum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheitið er 2. maskinmeistari.

Tann, ið settur verður má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 31. januar 2023 kl. 12.00.

Umsókn skal sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: vorn@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið