Tórshavnar kommuna
Útgivið
14. oktober 2024
Útgongur
29. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Bólið í Dagstovninum í Øksnagerði.

Er serøkið akkurát nakað fyri teg?

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir tveimum námsfrøðingum til fast starv í serstovuni Bólið at arbeiða 20 til 40 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt, ella í seinasta lagi í januar 2025.

Um dagstovnin
Í Dagstovninum í Øksnagerði er ein vøggustova, tvær barnagarðsstovur og ein serstova, sum er ætlað børnum við avbjóðingum innan tað sosiala og samskifti hesi børn eru vanliga í aldrinum 4-6 ár. Í løtuni ganga 60 børn á stovninum, og starvsfólkatoymið telur 25 starvsfólk.
Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv á einum fjølbroyttum dagstovni, har vit rúma ymisleikanum. Vit leggja dent á góðar relatiónir millum børn og vaksin, og børn og børn. Vit arbeiða út frá at tryggleiki og umsorgan eru grundarsteinarnir undir at skapa bestu menningarfortreytirnar fyri einstaka barnið.

Vit hava ein opnan stovn, har vit hjálpa hvørjum øðrum, deila vitan og hava nógv felags virksemi uppá tvørs av stovunum. Vit arbeiða eftir eini námsætlan, sum tryggjar, at vit stuðla børnunum í teirra fjøltáttaðu menning.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144429

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið