2 Sjúkrarøktafrøðingar til dageindina í Børn- og Ung Psykiatri


Útgivið
25. oktober 2021
Vitjandi
19

Lýsing

Skriva út

2 Sjúkrarøktafrøðingar til dageindina í Børn- og Ung Psykiatri

2 Sjúkrarøktafrøðingar til dageindina í Børn- og Ung Psykiatri

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir eldhugaðum sjúkrarøktarfrøðingum til dageindina í barna- og ungdómspsykiatriini. Talan er um føst størv á brøk 0,8 til setan frá 01.01.2022 ella eftir nærri avtalu.

Familjudepilin er skipaður í trý klinisk fokusøkir. Økini eru barnakonueindin, Børn og Ung somatik og Børn og Ung psykiatri.

Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli, at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnakonum og barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivna fyri øll børn. Hetta uttan mun til, um tey stríðast við somatiska ella psykiatriska sjúku, avvarandi teirra, umframt komandi foreldur og allar nýføðingar í Føroyum.

Um barna- og ungdómspsykiatriina
Barna- og ungdómspsykiatriina arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í tríggjar eindir – børn, ung og dageind. 21 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at barna- og ungdómspsykiatriini. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.

Starvið umfatar nógv samstarv við foreldur, umframt innanhýsis og uttanhýsis samstarv. Samskipan av hesum samstarvi er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðnum. Harumframt er ein týdningamikil partur av arbeiðinum eisini at miðla vitan og ráðgeva einstøku familjunum. Virksemið fer fram í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi, ið eru ein aktivur partur av viðgerðini.

Arbeiðstíðin er í høvuðsheitum millum kl. 8-16, men talan kann í summum førum vera um seinni vaktir, tvs. til kl. 20.00.

Førleikakrøv:

  • Útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir innan psykiatri og/ella arbeiði við børn og ung er ein fyrimunur

Vit ynskja umsøkjara:

  • Við hegni at arbeiða sjálvstøðugt, og at samstarva interprofessjonelt.
  • Við góðum skipanarevnum, góðum yvirliti, og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis.
  • Við førleikum at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga, til einstaklingar og bólkar.
  • Sum er fyrikomandi og álitisvekjandi.
  • Við jaligum sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar.
  • Við smidleika og arbeiðssemi.
  • Við persónligum búnaskapi og støðufesti, ið er tilreiðar at virka í einum umskiftiligum umhvørvi, sum framvegis er undir menning.
  • Við evnum og áhuga fyri at reflektera yvir egið virksemið.
  • Sum kann halda fokus, handfara avbjóðandi støður umframt implementera og fylgja mannagongdum

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðsøki í støðugari menning
  • Innleiðslu og upplæring í barna- og ungdómspsykiatri
  • Eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning
  • Tætt samstarv við starvsfelagar í einum vælvirkandi tvørfakligum toymi
  • Góðar møguleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisjón og tvørfakligum konferansum

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Camillu Henanger, funktiónsleiðari í Børn og Ung psykiatri, á camhe@ls.fo, til Súsannu Reinert-Petersen, yvirlækna susrp@ls.fo ella Albertu Mc.Leod Jacobsen, toymisleiðara albja@ls.fo / tlf. 271788

Eisini kann ringjast umvegis skrivaran á telefon nr. 304740.

Umsóknarfreistin er 10.11.2020.
Setanarsamrøður verða hildnar 18.11.2020

Upprunaprógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðuni www.ls.fo sæst meira um visjón, missión og strategimál hjá Landssjúkrahúsinum undir teiginum "um okkkum".

Líknandi størv