Strandfaraskip Landsins
Útgivið
8. juli 2024
Útgongur
15. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir ágrýtnum 2.stýrimanni til Strandfaraskip Landsins at byrja 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv umborð á Smyrli.

Dagliga farleiðin hjá Smyrli er Tvøroyri – Tórshavn. Arbeiðsætlanin er í løtuni 7 dagar umborð og 7 dagar í landi. Umstøður eru at búgva umborð.

Starvið
Høvuðsuppgávan hjá 2. stýrimanni er at veita skipsleiðsluni ein skilagóðan og tryggan rakstur og hava eftirlit við, at trygdin er í tráð við føroysk og altjóða krøv.

  1. stýrimaðurer tiltaksfólk hjá 1. stýrimanninum og ábyrgdar mótvegis skiparinum m.a. í trá til niðanfyri standandi arbeiðsuppgávur:
  • Hevur ábyrgd fyri trygdarútgerðini og maritima bókasavninum.
  • Hevur ábyrgdina fyri arbeiðsøkinum í samband við lossing og lasting, hetta í samstarvi við yvir- og 1. stýrimann. Í tráð við hesa ábyrgd, setir hann upp mannagongdir fyri arbeiðið á dekkinum, í tráð við lýstar trygdarreglur á dekkinum.
  • Brúkar Pre-Master og tryggjar viðlíkahaldið sambært nevndu viðlíkahaldsskipan.

Førleikakrøv 

  • Útbúgving sum skipsførari
  • Sjóvinnubræv sum vakthavandi stýrimaður (Watchkeeping officer) - STCW reg. ll/1.
  • Heilsuváttan
  • Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2 og A-VI/3
  • Eftirútbúgving sum sjúkraviðgerði
  • GOC in GMDSS STCW reg. lV/2

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur Crowd and Crisis management (Ro-Ro ferðamannaskip) STCW A-V/2-1, 2-3, grein 16 skeið og SSO. Harafturat væntast at ein skal kunna loysa av í hægri starvi.

Onnur viðkomandi krøv

  • Tú ert álítandi, ábyrgdarfullur og fyrikomandi
  • Tú hevur góðan røkjuskap og ert ágrýtin
  • Tú kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva við ferðafólk og starvsfelagar. Harumframt fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.
  • Í mun til málførleika skalt tú kunna samskifta á føroyskum og enskum.
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til telduskipanirnar Outlook, Sharepoint og Pre-Master.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag eftir lønarflokki 3.

Umsóknarfreistin er hósdagin 15. august 2024. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til yvirstýrimann Petur Ingvard Svarvadal við at senda ein teldupost til pes@ssl.fo.

Søk starvið her.

Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið er sett á stovn í samband við undirsjóvartunnilin. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri

Líknandi størv

4. oktober 2024
4. oktober 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið