TVØROYRAR KOMMUNA
Útgivið
8. september 2022
Útgongur
11. september 2022
Staður
France
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær at leggja til rættis og arbeiða við ætlanum? So er Tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu møguliga títt nýggja arbeiðspláss.

Tvøroyrar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum leiðara at standa á odda fyri at umsita, menna og útbyggja undirstøðukervið í Tvøroyrar kommunu.

Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har tú arbeiðir saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum, og har tú hevur góðar møguleikar at menna teg fakliga. Tú fert at hava ábyrgdina av at røkka teimum málum, sum kommunan hevur sett sær á økinum. Tú hevur eisini fíggjarliga ábyrgd umframt at vera leiðari fyri starvsfólkunum á tekniskudeild.

STARVSKARMAR OG -INNIHALD
Tekniski leiðarin hevur ábyrgdina av tekniska økinum. Harumframt er leiðarin við til at menna Tvøroyrar kommunu saman við býráðspolitikarum, kommunustjóra, leiðarum og starvsfólkum. Tvøroyrar kommuna miðar ímóti at veita góða og skynsama tænastu, og strembar eisini eftir at veita borgarum og vinnulívi bestu umstøður fyri menning og framburð. Hetta setir krøv til, at tekniski leiðarin hevur evni at arbeiða í eini politiskari skipan, og harvið stuðlar og ráðgevur býráðnum í ætlanini um at menna Tvøroyrar kommunu í tøttum samstarvi við borgarar og vinnulív.

HØVUÐSUPPGÁVUR
Høvuðsuppgávan hjá tekniska leiðaranum er at tryggja, at dentur verður lagdur á nýhugsan, høgt tænastustig, munadygga umsiting, og so skal hann harumframt syrgja fyri, at deildin verður ein sjónligur partur av kommunalu fyrisitingini við at veita eina góða tænastu til politikarar, borgarar og vinnulív.

Tekniski leiðarin stendur á odda fyri at leggja arbeiðið til rættis á teimum økjum, hann umsitur, og hann skal tryggja, at tey mál, sum býráðið hevur sett sær fyri, verða framd. Tekniski leiðarin skal eisini tryggja, at kommunan kann taka við teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman á tekniska økinum.

Virksemi og raðfestingar skulu verða grundað á støðulýsingar, og í øllum málum skulu atlit takast at umhvørvinum.

Økini, sum tekniskileiðarin umsitur, eru m.a.:

  • Leiðsla á Teknisku deild, harundir Tvøroyrar havn og sløkkilið
  • Býar- og byggi planlegging
  • Fyriskipa og tilrættisleggja nevndarfundir
  • Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
  • Stýring av kommunalum viðlíkahaldsarbeiðum
  • Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum v.m.
  • Projekteringsarbeiði og eftirlit
  • Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingar arbeiði
  • Fyriskipan av menningarætlanum fyri alla deildina

Tekniski leiðarin starvast í umsitingini, við tilvísing til kommunustjóran, og er leiðari fyri teknisku deild við uml. 15 starvsfólkum. Tekniski leiðarin er eisini málsviðgerði og nevndarskrivari í Teknisku-, Vinnu & havna-, og Trivnaðar og umhvørvis- nevndini.

ÚTBÚGVING OG ROYNDIR
Umsøkjari skal hava útbúgving sum verkfrøðingur ella aðra líknandi og viðkomandi útbúgving. Tú skalt duga væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum máli. Fyrimunur er um tú hevur leiðslu- og fyrisitingarligar royndir, og royndum frá líknandi økjum, sum tekniska deild umsitur.

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR

Dentur verður lagdur á, at tú:

  • hevur góð leiðsluevni og megnar at veita eina góða tænastu
  • hevur høgt trúvirði og ert álitsvekjandi í øllum samstarvi
  • dugir væl at samskifta og hevur slagmátt (gjøgnumslagkraft)
  • kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn og megnar at raðfesta
  • megnar at arbeiða undir trýsti og at halda fast í røttum avgerðum
  • dugir at skapa og røkja sambond

SETAN OG LØN
Starvið verður sett tann 1. November 2022, ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulltíðarstarv, og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

UMSÓKN
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra, á telefon 781122, teldupost frodi@tvoroyri.fo -allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 11. September 2022. -til møguliga setanarsamrøðu kann vera biði um revsiváttan.

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, og Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.

SØK STARVIРHER
Tvøroyrar Kommuna fevnir um Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og tað búgva umleið 1778 fólk í kommununi. Tvøroyrar Kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu www.tvk.fo

Líknandi størv

Deildarstjóri til FK Hoyvík   Faroe Islands nýtt
24. april 2024
24. april 2024
Fíggjarleiðari   Faroe Islands nýtt
22. april 2024
18. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið