Útgivið
20. juli 2022
Útgongur
19. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fiskaaling søkir eftir fólki við góðum lívfrøðiligum skili og samstarvsførleikum at luttaka í støðuga arbeiðinum at menna vitan til føroysku alivinnuna.

Tú kemur at starvast á fiskaheilsudeildini, ið arbeiðir við tænastum til vinnuna og smærri granskingarverkætlanum, har okkara høvuðsuppgáva er at fremja lógarkravdu lúsateljingarnar.

 

Førleikar

  • Lívfrøðiligt skil
  • Tænastusinnað/ur og hug at arbeiða við fólki
  • Sjálvstøðug/ur og dugir at leggja til rættis
  • Áhuga/ur at savna inn dáta og vitan
  • Telduførleikar (Excel)
  • Hevur virðing fyri tagnarskyldu og trygd
  • Sjósterk/ur
  • Góð eygu
  • Koyrikort

Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv. Roknast kann við fitt av úrtíðararbeiði. Løn og setanartreytir sambært sáttmálanum hjá Føroyar Arbeiðarafelag. Byrjað verður sum skjótast.

Umsóknir
Umsókn við prógvum, arbeiðsroyndum og øðrum viðkomandi tilfari skal sendast til kirstin@fiskaaling.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. august 2022. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kirstin Eliasen, deildarleiðara, á tlf. 774703.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið