Strandfaraskip Landsins
Útgivið
14. oktober 2024
Útgongur
25. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Strandfaraskipa landsins (SSL) søkir eftir einum ágrýtnum 3. meistara at byrja fyrst í januar 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv umborð á Smyrli.

Strandfaraskip Landsins hava eina lógarásetta flutningsskyldu av fólki og farmi, har starvsfólk, skip og bussar eru við til at binda oyggjar, bygdir og fólk saman á tryggan og góðan hátt. Hvønn dag røkja vit hesa skyldu við ágrýtni og

dugnaskapi.Ynskir tú at gerast partur av okkara dugnaliga starvsfólkstoymi, so er klárt at søkja.

Dagliga farleiðin hjá Smyrli er Tvøroyri – Tórshavn. Arbeiðsætlanin er í løtuni 14 dagar umborð og 14 dagar í landi. Umstøður eru tí at búgva umborð.

Ein treyt fyri starvið er, at tú kast loysa av uppeftir, hetta, fyri at SSL kann tryggja framhaldandi rakstur av skipum okkara.

Starvið
Høvuðsuppgávurnar hjá 3. meistaranum eru:

  • at luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúminum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm, har maskinútbúnaður er.
  • at hava eftirlit við maskinrúminum og allari tekniskari útgerð umborð.
  • at fremja viðlíkahaldið sambært viðlíkahaldsskipan og harvið tryggja at alt er í góðum standi.
  • at tryggja at arbeiðsgongdir eru í tráð við ásetingum frá maskinstjóra.
  • at avgreiða annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum maskinmeistari
  • Sjóvinnubræv sum vakthavandi maskinyvirmaður – STCW reg. III/1 ella hægri
  • Heilsuváttan (bláu bók)
  • Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2 og A-VI/3
  • Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1

Tað er fyrimunur at hava skeiðið skjóttsiglandi bjargingarbátur (FRB) STCW A-VI/2-2, men ikki krav.

Onnur viðkomandi krøv
Í mun til málførleika skalt tú kunna samskifta á føroyskum og enskum.

Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook og Pre-Master.

Annars vænta vit at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva við samstarvsfelagar, ferðafólk og myndugleikar. Vit vænta eisini at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.
Starvið er lønt í lønarflokki 4.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 25. oktober 2024. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ólavur Bech, manningarsamskipara, á tlf. +298 293016 ella við at senda ein teldupost til olbe@ssl.fo.

Tú søkir starvið á hesari leinkjuni: Starvslýsing (ssl.fo)

Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Við lóg er ásett, at endamálið við Strandferðsluni er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Virksemið er spjatt kring landið allar dagar á árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur íalt 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir við átta ferjum og 48 bussum. Harumframt er raksturin av ferðafólkaflúgvingini við tyrluni á játtanini hjá Strandferðsluni. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Starvsfólkahópurin er 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið