Rúsdrekkasøla Landsins
Útgivið
26. september 2025
Útgongur
19. oktober 2025
Staður
Skálatrøð 14, Postboks 3069, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv
T-post
starv@rusan.fo

Lýsing

Vit sóknast eftir tveimum lærlingum til deildina í Tórshavn og ein til deildina í Saltangará.

Sum lærlingur hjá Rúsdrekkasølu Landsins verður tú partur av einum fjølbroyttum og læruríkum umhvørvi, har vit seta kundan í hásæti.

Um starvið
Hjá Rúsdrekkasøluni fært tú ein fjølbroyttan dag, har tú fært møguleika at vaksa við uppgávunum.
Tú kemur til eitt arbeiðspláss við fakliga dugnaligum starvsfeløgum, sum geva tær góða upplæring á starvsleiðini í øllum innan vørur, sølu, góðari tænastu og ráðgeving.
Eisini skalt tú í lærutíðini í skúla í Danmark.

Vit vænta at tú

  • Ert álítandi og fyrikomandi
  • Brennur fyri góðari tænastu
  • Ert nærløgd/lagdur
  • Ert ábyrgdarfull/ur
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi
  • Ert áhugað/ur í at menna tína vitan og førleikar

Vit bjóða tær

  • At gerast partur av einum arbeiðsplássi í menning
  • Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum
  • Upplæring í vørum og skipanum okkara
  • Upplæring í tænastu á høgum støði
  • Eitt umhvørvi, har tú fær ábyrgd og møguleika at menna teg fakliga og persónliga
  • Kunnleika og royndir, sum tú kanst brúka víðari á yrkisleiðini

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá handli ella tænastuvinnuni.

Arbeiðstíð- og stað
Tín arbeiðsstaður verður í handlinum í Tórshavn ella í Saltangará. Eisini kemur tú í lærutíðini at arbeiða á øðrum deildum í fyritøkuni.

Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna, har arbeiðstíðirnar eisini fevna um leygardagar. Eisini er neyðugt, at tú ert tøk/ur at arbeiða meira upp undir høgtíðir og til størri tiltøk.

Tú skal vera fylt/ur 18 ár fyri at søkja.

Løn- og setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Útbúgvingarlongd við búskaparbreyt ella FHS: 2 ár
Útbúgvingarlongd við øðrum miðnámi enn búskaparbreyt: 2 ár og 5 vikur online-skeið á donskum skúla.

Útbúgvingarlongd uttan miðnám: 2 ár og 6 mánaðir, íroknað 20 vikur online-skeið á donskum skúla, sum svarar til grundskeið (GF2).

 

Umsóknarfreist
Send eina umsókn saman við CV og øðrum viðkomandi skjølum til starv@rusan.fo og viðmerk “Lærlingur til Rúsdrekkasølu Landsins í Tórshavn” ella “Lærlingur til Rúsdrekkasølu Landsins í Saltangará”.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 19. oktober 2025.

Starvið verður sett frá 1. januar 2026.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áka Johannesen Dahl, sølu- og tænastuleiðara, á 290410.

Líknandi størv

13. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið