KIRKJULIGA HEIMAMISSIÓNIN
Útgivið
24. november 2022
Útgongur
6. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Trúboðin – ein livandi og spennandi miðil

Søkt verður eftir miðlaleiðara til www.trubodin.fo. Talan er um fulltíðarstarv. Arbeiðsstaðurin er í Leguhúsinum í Nesvík.
Trúboðin er málgagnið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum m.a. kunnar um fjølbroytta arbeiðið hjá Heimamissiónini, eins og tíðindi frá Fólkakirkjuni og øðrum kirkjum og samkomum. Dentur verður lagdur á uppbyggjandi greinar, eins og at viðgera týðandi og viðkomandi evni. Trúboðin hevur eitt ljóðstudio umframt alla neyðuga útgerð til bæði at kunna framleiða ljóð- og videosendingar.

Arbeiðið umfatar m.a.
• at leiða arbeiðið á Trúboðanum
• at kalla sjálvboðin til tænastu á Trúboðanum
• at menna fjølbroytt innihald á Trúboðanum

Persónligir eginleikar
• tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• tú ert jalig/ur og hevur góð samstarvsevni
• tú tekur undir við tí, sum Heimamissiónin stendur fyri (sí samleikaskjalið)

 fært ábyrgd fyri
• Trúboðanum og sosialu síðunum hjá Trúboðanum
• starvsfólkunum á Trúboðanum
• tú vísir til aðalskrivaran.

Vit bjóða tær
• eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú kanst mynda starvið.
• at vera partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi
• løn og setanartreytir eftir nærri avtalu

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Kirkjuliga Heimamissiónin
Att.: Andrias Magnussen, aðalskrivari
Nesvík 8
FO-437 Nesvík
ella
andrias@mission.fo
Umsóknarfreistin er 6. januar 2023.
Starvið verður sett, tá rætti persónurin er funnin.

Meira at vita?
Set teg í samband við Andrias Magnussen á 230070 ella andrias@mission.fo
___________________________________________________________________

Kirkjuligu Heimamissiónini er ein sjálvstøðug vekingarrørsla í Fólkakirkjuni. Virksemið fevnir um heimamissión, sjómansmissión og altjóðamissión. Arbeiðið byggir á Bíbliuna og fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit. Endamálið er at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi. Okkara visjón er at møta menniskjum, har tey eru.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið