BAKKAFROST
Útgivið
2. december 2022
Útgongur
22. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir motorkønum dekkara til tvíkiljuna “Bakkabrúgv”, sum vaskar nótir á alibrúkum okkara kring oyggjarnar. “Bakkabrúgv” er tvíkilja frá 2020, sum er umbygd til nótavask, og hevur fingið ísettar tveir ROV-nótavaskarar, sum verða koyrdir frá tveimum stýrisstólum á brúnni. Tvíkiljan er 137BT og hevur eina framtøkumegi á 602KW. Hon hevur tveir framdriftsmotorar og tveir generatorar, sum dríva pumpurnar til nótavaskararnar.

Vangamynd

  • Tú hevur royndir við at passa og viðlíkahalda maskinarí
  • Tú ert ikki bangin fyri at taka fatt, og ert væl skipað/ur
  • Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar

Galdandi heilsuprógv og trygarskeið eru krav til starvið.

Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið verður 2 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.

Umsókn
Søk starvið umvegis leinkjuna niðast í lýsingini.

UmsóknarfreistUmsóknarfreistin er 12. desember 2022. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).

Søk starvið

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið