Lýsing
Vit søkja eftir einum móttøkulærlingi, ið brennur fyri at veita góða tænastu, og at gera tað á ein burðardyggan hátt. Tað hevur tú møguleika fyri nú á okkara 4-stjørnaða GreenKey hotelli, Hotel Hafnia, við starvsbyrjan 1. mars 2023 ella eftir nærri avtalu.
VIT BJÓÐA
- Læruplássá einum GreenKey hotelli
• Læru um tænastu á altjóða støði
• Ágrýtnar starvsfelagar, harímillum fleiri aðrar næmingar
• Gott samanhald
• Ein fjølbroyttan og avbjóðandi arbeiðsdag
• Møguleika at royna teg á Hotel Brandan og umborð á Norrønu
VIT VÆNTA, AT TÚ
- Trívistí einum lívligum umhvørvi
• Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
• Hevur áhuga fyri ferðavinnu
• Sært tað sum ein spennandi vinnuveg at arbeiða innan tænastu á altjóða støði
Ynskiligt er, at tú hevur prógv frá miðnámi, hettar er tó ikki ein treyt.
SETANARTREYTIR
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála á økinum. Vit bjóða góðar starvsfólkaágóðar í øllum Smyril Line samtakinum. Starvsbyrjan er 1. mars 2023 ella eftir nærri avtalu.
FREIST AT SØKJA
Umsóknarfreistin er 1. februar 2023. Tú søkir við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.
Meira fæst at vita um læruna við at seta teg í samband við Súnfríð Lambaa Ihlen á tel. 218156. Til ber eisini at ringja til Sáru á tel. 267783