BAKKAFROST
Útgivið
20. januar 2023
Útgongur
31. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Leitar tú eftir nýggjum avbjóðingum og einum góðum arbeiðsplássi? So er tað kanska tær vit leita eftir. Vit søkja eftir goymslufólki til Mjøldeildina á Havsbrún at byrja sum skjótast.

Havsbrún er eitt altjóða viðurkent virkið við trimum framleiðsludeildum: Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi. Fóðurdeildin, ið framleiðir fóður til laks, og laksadeildin, ið framleiðir mjøl og lýsi burturúr laksainnvøli.

Arbeiðsøki
Á Havsbrún starvast 100 starvsfólk, av teimum starvast 40 starvsfólk á Mjøldeildini.

Arbeiðið á goymsluni á Mjøldeildini er fjølbroytt, og tú kemur at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur:

  • Avsekkja
  • Viðlíkahald og reinhald av útgerð og virki
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Arbeitt verður mánadag til fríggjadag frá kl. 8-16. Eisini kann roknast við skiftandi arbeiðstíðum.

Tín vangamynd
Vit søknast eftir einum ágrýtnum starvsfelaga, sum er røsk/raskur og positiv/ur, umframt at viðkomandi er fleksibul.

Vit bjóða
Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar. Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Roy Róin, goymsluleiðari, tlf. 21 01 76, rar@havsbrun.fo.

Umsókn
Umsóknarfreistin er 31. januar 2023.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin "Søk starvið" niðanfyri.

Um Bakkafrost samtakið
Havsbrún er partur av Bakkafrost samtakinum. Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).

Søk starvið

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið