P/F Smyril-Line
Útgivið
12. april 2023
Útgongur
1. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir móttøkufólki at byrja skjótast gjørligt.

Í siglandi toyminum umborð á Norrönu leggja vit stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum upplivingar.

Móttøkan er miðstøðin á okkara siglandi hotelli. Starvið sum móttøkufólk fevnir um at bjóða vælkomin, kunna, vegleiða og veita eina framúr tænastu við m.a. at hugsa loysnir í ymiskum støðum. Móttøkan samskiftir við allar deildir umborð, so vit kunnu veita gestunum tær bestu upplivingarnar. Tú verur partur av okkara stóra toymi, og vit taka væl ímóti tær.


Vit virðismeta, at tú hevur lætt við at fella í prát við fólk, og tú heldur, at virðiligt samskifti og hjálpsemi ger allan munin. Harumframt dugir tú vanligt teldubrúk, vanlig telduforrit og megnar at samskifta á enskum, týskum og norðurlendskum máli.

Starvssetan- og treytir
Vit sóknast eftir fólki at byrja skjótast gjørligt. Starvið er fyribils tíðaravmarkað til seinast í oktober 2023, men við møguleika fyri at leingja setanina. Tú kemur at arbeiða skiftandi vaktir, og er talan um bæði longri túrar og vikuskiftistúrar.

Tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær komandi 4 vikurnar heima.

Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.

Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 1. mai 2023. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn til starv@smyrilline.fo. Viðmerk “Móttøkufólk til Norrønu” í evnisteigin.

Dugnaligu móttøkuleiðararnir, Rannvá Joensen og Randi Nolsøe, vita meira um starvið. Tú er vælkomin at ringja til tær á tel. 344845 ella senda teimum ein fyrispurning umvegis receptionmanager@norrona.fo.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið