Hvannasunds kommuna
Útgivið
12. april 2023
Útgongur
26. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hvannasunds, Kunoyar og Viðareiðis kommunur søkja í felag eftir tekniskum starvsfólki at byrja 1. mai 2023 ella skjótast gjørligt eftir tað. Endamálið við starvinum er at geva borgarunum og øðrum viðskiftafólkum eina góða og skynsama tænastu, sum livir upp til øll nútíðar krøv og at flyta kommunurnar fram á burðardygga leið.

Starvið umfatar málsviðgerð, ráðgeving og menning av tekniskum málum og skipanum.

Høvuðsuppgávur:

  • Veita borgarum og vinnulívinum góða og skynsama tænastu
  • Veita bygdaráðunum og tess umsitingum fakliga ráðgeving
  • Málsviðgera og fyrireika teknisk mál
  • Tryggja at samtyktir í bygdaráðunum verða framdar
  • Viðvirka til at fremja burðardygga menning

Førleikar:

  • Útbúgving sum byggifrøðingur ella annað samsvarandi útbúgvingarstøði
  • Hava kunnleika til BK17
  • Duga væl at samskifta í talu og skrift
  • Hava tænastusinnaðan hugburð

Setanarviðurskifti:

Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til

Umsókn við avritum av møguligum prógvum og ummælum verða at senda til hvannasund@hvannasund.fo í seinasta lagi 26/4-2023.

Kommunurnar skila sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at taka.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið