Tjóðsavnið
Útgivið
5. maj 2023
Útgongur
19. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fornfrøðideildin á Tjóðsavninum søkir eftir einum lesandi sum útgrevstarhjálp á einum fornfrøðiligum útgrevstri í summar.

Útgrevsturin verður á staðnum niðri í Toftum í Klaksvík. Tú verður upplærd/ur í arbeiðsháttum hjá Fornfrøðideildini og fert at arbeiða í einum útgrevstrartoymi. Fornfrøðiligur útgrevstur hevur áður verið niðri í Toftum og tað eru funnar leivdir frá bæði víkingatíð og miðøld.

Starvið er tíðaravmarkað, fulltíðarstarv í tíðarskeiðinum frá tann 12. juni til 31. august 2023, tað merkir í útgrevstrartíðini. Ynskiligt er, at starvið verður sett 12. juni 2023 ella sum skjótast til ber.

Førleikar
Vit vænta, at tú:

  • Ert í gongd við eina fornfrøðiliga útbúgving ella líknandi
  • Ert røkin
  • Ert ágrýtin og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Hevur evni til at arbeiða í einum toymi

Løn- og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávíkavíst Starsvfelagið og Akademikarafelagið, alt eftir um talan er um BA-lesandi ella MA-lesandi.

Vit vænta, at tú kanst vera til staðar á útgrevstrinum hvønn dag (mánadag-fríggjadag), meðan útgrevsturin er.

Send CV og stutta umsókn á savn@savn.fo og viðmerk teldupostin: “Umsókn lesandi til fornfrøðiligan útgrevstur”. Freistin at søkja er tann 19. mai 2023 kl. 12.

Hevur tú spurningur um starvið set teg í samband við Ann Sølviu Selmarsdóttir Purkhús, útgrevstrarleiðara niðri í Toftum, á ann@savn.fo ella +298340500.

Líknandi størv

7. november 2025
7. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið