Lýsing
Vit sóknast eftir fólki at arbeiða leygardagar og seinnapartar gerandisdagar í vár/summar hjá Visit Tórshavn í Steinatúni. Møguleiki er fyri at fáa eyka tímar.
Visit Tórshavn veitur tænastu til bæði borgarar í Tórshavnar kommunu og í Føroyum sum heild. Hetta verður seg at svara spurningum og veita kunning, søla av ymsum slag og ikki minst at samskipa bæði smærri og størri tiltøk í Tórshavn.
Harafturat er Visit Tórshavn staðið ferðafólkini venda sær til, og tí er neyðugt at hava eina breiða vitan um hvat hendir, og hvussu ein ferðast í Føroyum.
Arbeiðsuppgávurnar:
- At veita kunning um teir spurningar, ið koma fyri o.a.
- Vegleiða tey ferðandi um hvussu tey ferðast í Føroyum, og hvørji støð tey kunnu vitja
- Selja atgongumerkir og vørur av ymsum slag
- Gera yvirlit yvir tiltøk til tey vitjandi
- Selja útferðir til bæði føroyingar og ferðafólk
Vit vænta av tær:
- Tú megnar sjálv/ur at nema tær kunning til ferðafólkini, ið koma til Føroya
- Tú dugir at samskifta á enskum og norðurlendskum. Franskt , týskt og spanskt er eisini sera hent at duga, tó einki krav
- Tú ert fryntlig/ur og fyrikomandi
- Tú hevur góð samstarvs- og samskiftis evni
- Tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
Vit bjóða tær:
Arbeiðsdagarnir hjá Visit Tórshavn um summari eru sera lívligir, og í starvinum fært tú samband við fólk úr ymsum londum, lærir um hvat tey søkja og somuleiðis lærir tú eisini okkurt nýtt um londini, tey koma frá.
Tú arbeiðir saman við einum toymi, ið er saman um allar uppgávur. Samtíðis ert tú við til at umboða Føroyar, og saman við okkum menna landið sum ferðafólka mál.
Løn sambært avtalu.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tordis á Rógvi Biskopstø, T: 28 40 08 ella tordisb@torshavn.fo
Umsókn:
Skrivlig umsókn skal vera Visit Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. mai 2023.
Umsóknir kunnu sendast til:
tordisb@torshavn.fo
ella
Visit Tórshavn
N. Finsensgøta 17
Boks 379
110 Tórshavn