Lýsing
Í føroysku KBU skipanini verða átta Klinisk Basisuddannelse (KBU) størv lýst til setan 1. mars 2025
KBU stilling 1: Medicin-Psykiatri
KBU stilling 2: Kirurgi-Medicin
KBU stilling 3: Medicin-Almen medicin, Norðoya Læknadømi
KBU stilling 4: Kirurgi - Almen medicin, Eiðis læknadømi
KBU stilling 5: Medicin – Almen medicin, Suðurstreymoyar læknadømi
KBU stilling 6: Kirurgi - Almen medicin, Suðurstreymoyar læknadømi
KBU stilling 7: Medicin – Almen medicin, Suðurstreymoyar læknadømi
KBU stilling 8: Kirurgi – Almen medicin, Suðurstreymoyar læknadømi
Umsøkjarar, sum hava tilknýtið til Føroyar ella duga føroyskt í skrift og talu, hava ein fyrimun.
Umsøkjarar ið velja at søkja KBU-starv í føroysku KBU-skipanini, skulu ikki vera meldað til í donsku KBU-skipanini.
Umsóknin skal innihalda:
Motiveraða umsókn út frá teimum 7 læknarollunum curriculum vitae
Umsøkjarar verða biðin um at upplýsa núverandi bústað, telefonnummar, teldupost, føroyskt p-tal og danskt cpr. nr.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Hjálparlæknaráð Føroya/ Felagið fyri Yngri læknar.
Landssjúkrahúsið veitir bústað, alt eftir tørvi og ferðaútreiðslur, eftir ásettum reglum, verða endurgoldnar.
Nærri upplýsingar um starvið eru at fáa við at venda til Helenu Skaalum Mikkelsen á tlf. 234593, teldupost: helena@ls.fo
Umsóknarfreistin er 28. mars 2024. Umsóknirnar verða mettar útfrá skrivligu umsóknini og CV.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missjón og strategimál.