Tórshavnar Kommuna
Lýsing
Søkt verður eftir heilsurøktarum / heilsuhjálparum til Heimatænastuna í Heilsu- og Umsorganartænastuni í Tórshavnar Kommunu.
Heimatænastan
180-190 borgarar fáa tænastu frá Heimatænastuni. Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum í Hoyvík og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, har umleið 40 heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir starvast í tøttum samstarvið við sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutum. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu: