Lýsing
Vit søkja eftir einum námsfrøðingi at arbeiða á Reiðrinum 30-40 t/vikuna. Reiðrið er ein barnagarðsstova har pláss er fyri 20 børnum. 4 starvsfólk eru knýtt at stovuni.
Talan er um fast starv, har av uml. 2 tímar eru til fyrireiking hvørja viku. Um eingin skikkaður námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett.
Vit søkja eisini eftir avloysarum, ið kunnu arbeiða, tá tørvur er á tí.
Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarður er ein av elstu stovnunum í landinum, yvir 70 ára gamal. Staðsetingin hjá stovninum er í miðbýnum í Havn. Bygningurin er í trimum hæddum, har stovurnar eru í tveimum teimum ovastu, og kjallarin hevur verkstað, rørslurúm o.a.. Her er heimligt og fjálgt, og starvsfólkini støðast væl her. Stórur partur av garðinum bleiv dagførdur fyri stuttum. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur.
Vit hava tríggjar stovur, og har ganga í mesta lagi:
- Bólið (vøggustova): 16 børn
- Reiðrið: 20 børn
- Látrið: 15 børn
Vit kunnu bjóða:
- Áhugavert og avbjóðandi starv
- Rúm fyri nýhugsan og forvitni
- Góðar og álítandi starvsfelagar
- Fyrireikingartíð
- Ein gamlan, men rúmligan stovn við nýggjum spæliplássi
- Eitt arbeiði mitt í býnum við hópin av møguleikum
- At arbeiða við Betri Vinum
Vit vænta, at tú:
- Kann arbeiða sjálvstøðugt
- Kann taka ábyrgd
- Hevur góðar førleikar at samstarva bæði við starvsfelagar, børn og foreldur.
- Sær loysnir heldur enn forðingar
- Áhuga/ur ið at menna teg fakliga
- Klárar at hava yvirlit
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Starvsbyrjan er 08.08.2022.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at útvega barnaváttan sambært §2 í barnaváttanarlógini, áðrenn viðkomandi, ið verður settur, byrjar í starvinum.
Umsókn saman við avriti av prógvi, møguligum viðmælum og royndum skulu sendast til drim@olivant.fo í seinasta lagi 20.06.22.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til stovnsleiðaran Beintu J. Danielsen á tlf. 212253