Lýsing
3 størv eru leys at søkja. 2 størv á 15 tímar um vikuna. 1 starv á 25 tímar um vikuna. Møguleiki er fyri fleiri ella færri tímum.
Tínar uppgávur verða at halda ein part av skúlanum reinan og at avloysa hini reingerðarfólkini tá tørvur er á tí. Fyrimunur er, um tú hevur royndir innan reingerðar arbeiði.
Størvini eru tímalønt og verða lønt eftir sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hevur tú góðar royndir ber eisini til at semjast um eina hægri tímaløn.
Starvsbýrjan 3. november 2025 ella skjótast tilber.
Umsókn saman við CV og møguligum viðmælum skulu sendast til ass@ass.fo
Eru spurningar annars ber til at seta seg í samband við Jonnu á tlf 225153 ella senda ein teldupost á ass@ass.fo