Lýsing
Heygabúðin sóknast eftir ábyrgdarfullum starvsfólkum, sum eru áhugaði í, at arbeiða um kvøldið gerandisdagar, og í skiftandi vaktum í vikuskiftinum (leygardag og sunnudag). Kvøldvaktinar eru frá kl. 16:00 og varða nakrar tímar, ella til handilin letur aftur.
Heygabúðin er partur av Samkeyp-átakinum, og vit hava opið hvønn dag frá kl. 8:00 – 22:00. Heygabúðin hevur veitt kundatænastu síðan 1949. Tískil er sera týdningarmikið at tú:
- Ert fyrikomandi, smílandi og røkin
- Ert áhugað/ur at geva kundanum eina góða uppliving
- Ert fleksibul í mun til arbeiðsuppgávur og arbeiðstíðir
- Hevur lætt við at læra
- Tekur ábyrgd
- Kann starvast sjálvstøðugt eins og í toymi
Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur royndir innan handil.
Umsókn
Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast umvegis teldupost til heygabudin@heygabudin.fo - Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, og starvið verður sett, um rætti viðkomandi er funnin. Tó í seinasta lagi 20. februar 2023.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðun Højbro umvegis teldupost ella á tlf. +298 226156.