HEYGABÚÐIN
Útgivið
25. januar 2023
Útgongur
12. februar 2023
Staður
KLaksvík, Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Heygabúðin sóknast eftir ábyrgdarfullum starvsfólkum, sum eru áhugaði í, at arbeiða um kvøldið gerandisdagar, og í skiftandi vaktum í vikuskiftinum (leygardag og sunnudag). Kvøldvaktinar eru frá kl. 16:00 og varða nakrar tímar, ella til handilin letur aftur.

Heygabúðin er partur av Samkeyp-átakinum, og vit hava opið hvønn dag frá kl. 8:00 – 22:00. Heygabúðin hevur veitt kundatænastu síðan 1949. Tískil er sera týdningarmikið at tú:

  • Ert fyrikomandi, smílandi og røkin
  • Ert áhugað/ur at geva kundanum eina góða uppliving
  • Ert fleksibul í mun til arbeiðsuppgávur og arbeiðstíðir
  • Hevur lætt við at læra
  • Tekur ábyrgd
  • Kann starvast sjálvstøðugt eins og í toymi

Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur royndir innan handil.

Umsókn
Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast umvegis teldupost til heygabudin@heygabudin.fo - Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, og starvið verður sett, um rætti viðkomandi er funnin. Tó í seinasta lagi 20. februar 2023.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðun Højbro umvegis teldupost ella á tlf. +298 226156.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið