Lýsing
Dámar tær fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og ynskir tú at hava ábyrgdina av einum týdningarmiklum øki umborð á Norrönu?
Nú hevur tú møguleikan at gerast ábyrgdari av messuni umborð á Norrönu. Kom umborð og blív partur av einum toymi, har trivnaður og gott samanhald er í hásæti. Her arbeiða vit saman, hjálpast at og hava tað stuttligt, meðan vit skapa góðar upplivingar fyri okkara gestir.
Um starvið
Sum ábyrgdari av messuni, hevur tú ein týdningarmiklan leiklut í trivnaðinum umborð. Starvið fevnir um at halda messuna reina, ruddiliga og væl skipaða gjøgnum dagin, so økið altíð er innbjóðandi fyri manningina. Somuleiðis tryggjar tú, at vørur ongantíð mangla. Tú fyllir upp í góðari tíð og heintar tað, sum tørvur er á, so manningin kann njóta sína fríløtu. Tú verður partur av reingerðartoyminum, har tit samstarva væl í messuni, umframt at gera kømur klár og innbjóðandi til gestir okkara.
Tín vangamynd
• Tú ert smílandi og álítandi, og skapar eitt hugnaligt og gott umhvørvi rundan um teg.
• Tú arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
• Tú leggur stóran dent á, at títt økið er reint, ruddiligt og innbjóðandi.
• Tú dugur at samskifta á enskum.
• Tú ert fyrikomandi, hevur lætt við at práta við fólk og møtir starvsfelagarnar við einum smíli.
Starvssetan og umsóknarfreist
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip. Talan er um fulltíðarstarv við einari 4-4 skiftisskipan, fýra vikur umborð og fýra vikur heima við løn.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.
Freistin at søkja er 15. marts 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðuni HER.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðararnar í reingerðartoyminum Joan Ólavsdóttir og Rudolfo Castro, á tlf. 344885 ella umvegis teldupost ahmanager@norrona.fo.
UM SMYRIL LINE
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norrönu og farmaskipini Mykines og Glyvursnes. Harumframt rekur reiðaríið farmaskipið Lista. Smyril Line byggir nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn, umframt tvey nýggj farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.