Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
3. september 2024
Útgongur
4. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt adjunkt- ella lektarastarv í bókmentum á Føroyamálsdeildini er leyst at søkja. Starvið skal setast frá 01.11.2024 ella eftir avtalu.

Starvsøki

Á Føroyamálsdeildini verður granskað og undirvíst í føroyskum máli og bókmentum úr skiftandi sjónarhornum. Ætlanin við hesum starvinum er at fáa føroyskar bókmentir – serliga úr tíðarskeiðinum frá umleið 1800 og fram til okkara dagar – viðgjørdar í norðurlendskum og evropeiskum høpi. Eitt endamál við starvinum er at styrkja tvørvísindaliga gransking millum deildir á Fróðskaparsetrinum ella millum Føroyamálsdeildina og aðrar stovnar.

Tann, sum fær starvið, fer at undirvísa í bókmentum á bachelor­námi og saman við starvsfeløgum undirvísa og leggja til rættis skeið á masternámi umframt at vegleiða lesandi á BA- og MA-stigi. Ein partur av starvinum er fakliga fyrisitingarligur og snýr seg m.a. um at vera við í arbeiðinum støðugt at dagføra námsskipanir og menna nýggj skeið fyri at tryggja, at útbúgvingin í Føroyskum mál- og bókmentavísindum altíð er tíðarhóskandi og lýkur øll altjóða krøv.

Føroyamálsdeildin bjóðar út BA- og MA-útbúgving umframt hjánám í Føroyskum mál- og bókmentavísindum og BA-útbúgving í Listaligum arbeiði. Á deildini eru 16 starvsfólk í føstum starvi umframt verkætlanarsett og umleið 60 lesandi.

Førleikar

Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvar­andi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvaðan granskingarførleika og sum hava ítøkiliga ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð, kunnu søkja starvið við møguleika fyri at fáa bjóðað eitt tíðaravmarkað ph.d.-vísindastarv. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving.

Lektarastarv er fast vísindastarv.

Undirvísingarmálið er føroyskt, og umsøkjarar mugu duga eitt ella fleiri skandinavisk mál umframt enskt væl og virðiliga. Víst verður til málpolitikk Fróðskaparsetursins, sum sæst her.

 

Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðs­royndir. Umsøkjarar skulu lýsa síni granskingaráhugamál, og hvussu teir hugsa at menna gransking og undirvísing á starvsøkinum.

Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og umleið 5 tey bestu vísinda­avrikini skulu leggjast við umsóknini.

Undirvísingarroyndir verða skjalprógvaðar við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmælum og eftirmetingum, um tær eru til taks.

 

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.

Fróðskaparsetrið tilskilar sær rætt til at seta adjunkt í starv heldur enn ein lektara, um førleikarnir hjá adjunktinum út frá eini heildarmeting hóska betur til innihaldið í og ætlanina við lýsta starvinum.

Tann, sum verður sett/ur í starv, væntast at byrja 1. november 2024 ella eftir avtalu.

 

Freist

Umsóknar­freist er 04.10.2024

Tú søkir starvið við at fylla hetta oyðiblaðið út og hefta viðkomandi skjølini við.

Nærri upplýsingar fáast hjá Bergi Djurhuus Hansen, dekani á Føroyamálsdeildini, bergurdh@setur.fo. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo

 

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 170 starvsfólk.

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið