Lýsing
Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi (DHS) á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir adjunkti í fysiologi at byrja skjótast gjørligt. Starvið sum adjunktur er hálvt undirvísingarstarv og hálvt granskarastarv í fýra ár. Eftir hetta ber til hjá starvsfólkinum at verða framflutt til fast starv sum lektari.
Starvið
Starvið fevnir um undirvísing í fysiologi og arbeiðsfysiologi á DHS og vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir. Adjunkturin skal granska í fysiologi og arbeiðsfysiologi saman við granskarum á Setrinum og sjúkhúsverkinum. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við starvsfólk á DHS og aðrar samstarvspartar - eisini á kliniska økinum.
Førleikar
Umsøkjarin skal vera kandidatur í Human Fysiologi og hava eina Ph.d. innan human fysiologiska og arbeiðsfysiologiska økið, og hava royndir sum granskari og undirvísari á universitetsstigi eftir Ph.d. tíðarskeiðið. Umsøkjarin skal eisini hava sterkar førleikar í hagfrøði og skal vísa á, at hon/hann megnar at fáa til vega fígging til sína gransking.
Umsøkjarin skal samskifta væl á føroyskum og enskum. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:
- kunnleika um útbúgvingarnar á DHS
- royndir við undirvísing á universitetsstigi og prógv í setursnámsfrøði
- góðar førleikar at brúka tøkni, arbeiðsfysiologisk háttaløg og forrit til sína gransking
- góðar granskingarroyndir og fatan av granskingargrundreglum
- góð samskiftis- og samstarvsevni
Adjunkturin skal hava sterkan fakligan førleika og vísindaligan førleika, og harafturat góðan námsfrøðiligan førleika. Umsøkjarin skal eisini hava innlit í føroyska heilsu- og almannaverkið og heilsu- og fyribyrgingarstovnar undir landinum og Kommunufelagnum. Adjunkturin skal hava royndir frá altjóða granskingarsamstarvi og hava útgivið fleiri vísindaligar greinar innan arbeiðsfysiologiska økið.
Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, starvsroyndir, royndir við undirvísing og gransking.
Umsókn við avritum av próvskjølum, viðmælum o.ø. skal sendast her
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.
Freist
Umsóknarfreistin er tann 28.03.2025.
Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til varadekanin, May-Britt Skoradal, maybritts@setur.fo, tlf. 292253, ella til dekanin, Magna Mohr, magnim@setur.fo, tlf. 292270.
Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.
Um deildina
Á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi verður undirvíst og granskað í sjúkrarøktarfrøði og heilsuvísindum í breiðari merking. Skipað verður eisini fyri serstøkum skeiðum á bachelor-, master- og ph.d.-stigi.
Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 180 starvsfólk.
Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.
Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.