Útgivið
25. oktober 2021
Útgongur
4. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Adjunktur til Deildina fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi (DHS) á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir fólki til eitt adjunktstarv í sálarfrøði ella heilsuvísindum. Ætlanin er at seta starvið frá 1. desember 2021 ella skjótast gjørligt.

Starvið
Starvið fevnir um, í samstarvi við starvsfelagar á DHS og á øðrum deildum, at taka lut í samskipan og undirvísing á masterútbúgvingini í heilsuvísindum. Talan kann eisini verða um luttøku í undirvísing á øðrum útbúgvingum, ið verða bodnar út á Fróðskaparsetrinum. Starvið fevnir eisini um gransking fyrst og fremst innan sálarfrøðiliga fakøkið.

Førleikar
Fyri at verða sett/ur í starv skalt tú hava ph.d.-útbúgving og hava viðkomandi starvsroyndir. Tað er umráðandi,  at tú hevur teir førleikar, ið skulu til fyri at vera partur av einum sterkum granskingar­umhvørvi innan heilsuvísindi á DHS, hevur førleikar at fáa í lag granskingarsamstarv bæði í Føroyum og uttanlands og hevur evni at útvega fígging frá grunnum og øðrum møguligum fíggjarstuðlum. Vit vænta eisini, at tú hevur viðkomandi royndir innan gransking í heilsuvísindum, har gransking innan sálarfrøði er ein fyrimunur, umframt at tú megnar at handfara bæði kvantitativar og kvalitativar kanningarhættir. Vit vænta, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og vera við at menna sálarfrøðiliga gransking á Setrinum.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur:

  • royndir við at leggja skeið til rættis og at undirvísa á universitetsstigi (helst masterstigi)
  • góðan granskingarførleika helst innan sálarfrøði og góðar fyrisitingarligar royndir
  • góðar royndir í vísindaligum háttalagi og førleikar at nýta bæði kvantitativ og kvalitativ háttaløg
  • gott altjóða netverk
  • royndir við vegleiðing av lesandi á masterstigi
  • góð evni at samskifta skrivliga og munnliga á enskum og norðurlendskum
  • kunnleika til norðurlendskar heilsuskipanir, serstakliga innan sálarfrøðiliga økið

Umsókn
Við umsóknini skal leggjast lívsrensl við yvirliti yvir útbúgvingargongd, arbeiðsroyndir og skrivlig avrik. Eitt undirvísingarportfolio skal leggjast við umsóknini. Eisini verður tú biðin um at lýsa tína tilgongd til undirvísing á universitetsstigi. Upp í fimm av teimum mest týðandi vísindaligu avrikunum hjá tær skulu leggjast við umsóknini. Tú eigur harumframt at lýsa tíni granskingaráhugamál og framtíðarætlanir.

Umsóknir skulu skrivast á enskum og sendast í telduposti til umsokn@setur.fo.

Setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og Akademikarafelag Føroya.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er tann 4. november 2021.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar kunnu fáast hjá Magna Mohr, magnim@setur.fo, dekani á DHS. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum. Les meira um Setrið á setur.fo.

Um deildina
Á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi verður undirvíst og granskað í heilsuvísindum í breiðari merking. Starvsfólkahópurin umboðar granskarar í flestum fakum innan heilsuøkið. Skipað verður fyri serstøkum skeiðum á bachelor-, master- og ph.d.-stigi.

Endamálið við útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing er at geva teimum lesandi førleika til at kunna virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingur og vera við í tvørfakligum samstarvi. Útbúgvingin skal, í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt, geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnleika.

Bachelorútbúgvingin í  sjúkrarøktarfrøði fatar um ástøðiliga undirvísing á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, og kliniska undirvísing á ymiskum økjum innan primera- og sekundera økið í heilsu- og almannageiranum.

Masterútbúgvingin í heilsuvísindum hevur eitt fakligt grundstøði í tvørvísindaliga økinum heilsuvísindi, ið við valfríum eindum ger tað møguligt hjá tí lesandi at skapa sær egnan fakligan profil, t.d. innan fólkaheilsu, kliniska sjúkrarøkt, sosiala heilsu ella meiri fakspesifikk øki sum t.d. rehabilitering, gerontologi, psykiatri o.a.

Sí annars: https://www.setur.fo/fo/utbugving/master/heilsuvisindi/

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið