AKSTOVAN
Útgivið
8. februar 2023
Útgongur
27. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dreymastarvið hjá øllum bilelskarum, sum dáma væl at sita við róðrið og hava nógva ábyrgd: Akstovan søkir leiðara til Sýnsdeildina- einum leiðara, sum bæði trúfast og samvitskufult fer at umboða áhugamál stovnsins.

Um starvið
Tú kemur at standa á odda fyri øllum arbeiðinum á Sýnsdeildini. Hetta inniber at samstarva og samskifta við ymiskar samstarvspartnarar hjá Akstovuni. Tú kemur eitt nú at verða ráðgevi hjá landsstýrinum í spurningum viðvíkjandi ferðslu, har tú eisini fyrireikar neyðugar lógarbroytingar á ferðsluøkinum og verður við til at gera kunngerðir og aðrar reglur innan økið.

Starvsfólkaleiðsla er sjálvsagt ein týðandi partur, har tú fert at leiða og menna starvsfólk á deildini og at skipa og raðfesta arbeiðið saman við teimum. Í løtuni starvast 6 sýnsfólk og 1 málsviðgeri á Sýnsdeldini.

Virkisøkið á deildini fevnir millum annað um:

  • Regluligt sýn og umsýn
  • Tekniskar kanningar og uppmátingar av akførum
  • Skrásetingarsýn av lastbilum og bussum
  • Dagføring av lógum, kunngerðum og reglugerðum á akfarstekniska økinum
  • Umsiting av floksgóðkenningum og meginfloksgóðkenningum
  • Tekniskar lýsingar og kravfestingar fyri akfør og fyri eftirlitsarbeiðið
  • Dygdartrygging av eftirlitsarbeiðinum
  • Útbúgving av starvsfólkum á Sýnsdeildini
  • Umsjón og viðlíkahald av sýnshølum og útbúnaði stovnsins
  • Viðlíkahald av tænastuakførum
  • Góðkenning og eftirlit við bilverkstøðum, sum eru góðkend til umsýn
  • Norðurlendskt samstarv

Førleikar
Vit ímynda okkum, at tú ert verkfrøðingur ella maskinmeistari, at tú hevur viðkomandi fakligar royndir, og at tú hevur áhuga fyri alisfrøði, støddfrøði, akfarstøkni og ferðsluviðurskiftum í síni heild. Vit leggja dent á góð samstarvsevni, ein góðan leiðslustíl, og at tú málber teg væl - á skrift og í talu. Royndir og útbúgvingar innan leiðslu eru fyrimunir, men ikki nakað krav. Koyrikort til bólk B er tó eitt krav, og um tú ikki hevur koyrikort til størri bólkarnar, vænta vit, at tú fert at taka koyrikort í hesum bólkum.

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvið verður sett 1. mai 2023 ella eftir nærri avtalu.

Umsókn
Send eina umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum til Andras R. Marr, stjóra, á akstovan@akstovan.fo.  Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við  Andras ella við Búgva Apol, fráfarandi leiðara, á telefon 350400.

Freistin at søkja er 27. februar 2023.

Akstovan Akstovan er stovnur undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum og er almenni fakmyndugleikin í landinum, tá tað kemur til ferðslu, bilavgjøld, veg- og umhvørvisgjøld o.a. Stovnurin er skipaður í tvær deildir. Á stovninum starvast í løtuni 23 fólk. Høvuðsendamálið hjá Akstovuni er at virka fyri størri trygd í ferðsluni.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið