Útgivið
12. juli 2021
Útgongur
26. juli 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Alari til aliøkið í Fuglafirði

Vit søkja eftir tveimum alarum til aliøkið í Fuglafirði.

Á aliøkinum í Fuglafirði starvast seks alarar umframt formannin. 

 

Arbeiðsøki

Sum alari verða tínar høvuðsuppgávur:

 

at røkta fiskin

at passa fóðring

at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur á alibrúkinum og á landstøðini

at vera við til útseting og tøku

at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

 

Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna. Í tíðarskeiðum við nógvum arbeiðstrýsti skal yvirtíðararbeiði væntast.  

 

Tín vangamynd

Sum persónur ert tú røsk/raskur, álítandi og fleksibul. Tú tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða í tættum samstarvi við hini í toyminum. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir á sjónum, og um tú hevur hesi skeiðini: trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið.

 

Vit bjóða

Tú fært eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Í heyst seta vit nýtt smolt út, og tú sleppur at fylgja laksinum frá útseting til tøku. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Løn er samsvarandi galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag fyri alarar.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðfinn Djurhuus, formann, á tel. 23 51 44.

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri

 

Umsóknarfreist

Starvið verður sett sum skjótast.

Umsóknarfreistin er mánadagin 26. juli 2021.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com

Søk starvið

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið