Útgivið
1. april 2022
Útgongur
21. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Aliformaður/kvinna til alibrúkið á Velbastað

Hiddenfjord

Sum aliformaður ella aliforkvinna hjá Hiddenfjord ert tú ein týðandi partur av einari livandi og framsøknari alifyritøku. Tú stendur við dagligu leiðsluni, har høvuðsuppgávan er at røkja alibrúkið á Velbastað. Tú fert eisini til tíðir at luttaka í arbeiðsuppgávum á hinum aliøkjunum hjá Hiddenfjord.

Tínar týdningarmestu uppgávur og ábyrgdarøki
Í høvuðsheitum er talan um at skipa og vera ein virkin partur í hesum uppgávum:

  • at røkta fisk til frama fyri góða fiskavælferð
  • fyrireikandi arbeiði á alibrúkinum við nótum, ringum og øðrum
  • viðlíkahaldsuppgávur bæði á alibrúkinum og á landstøðini

Vit vænta, at tú hevur

  • góð evni til at skipa dagliga arbeiðið og at loysa praktiskar arbeiðsuppgávur
  • áhuga fyri røkt, trivnaði og framleiðslu av laksi 

Førleikar við aling og sjómansskapi eru ein fyrimunur. Okkara arbeiðsumhvørvi er merkt av framfýsni, har dentur verður lagdur á samstarv og álit. Tú samstarvar dagliga við fóðurleiðaran og javnan við hinar alararnar um alskyns praktisk viðurskifti. Tá tøka er á aliøkinum, er hetta í samstarvi við virkið. Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men til tíðir eru skeivar arbeiðstíðir og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí, at tú ert fleksibul hesum viðvíkjandi.

Sum aliformaður/kvinna vísir tú til alileiðaran.

Løn og setanarviðurskifti                                     
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.

Umsókn
Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Inga Ole-Jacobsen, aliformann, á telefon 224 152, ella Marjuna Wilhelm, alileiðara, á telefon 288 988.

Umsóknarfreistin er 20. apríl 2022. 

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skulu sendast til starv@hiddenfjord.com.

 

Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er eitt serføroyskt felag, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í gjøgnum nógv ár. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Tað arbeiða uml. 220 fólk hjá okkum. Felagið hevur stórt fokus á at ala í samljóði við náttúruna, so framtíðarmøguleikar ikki verða darvaðir av nútíðar virksemi.

www.hiddenfjord.com

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið