Alpha Travel
Lýsing
Alpha Travel leitar eftir ágrýtnum starvsfelaga at gerast partur av okkara sølutoymi.
Alpha Travel er ein vinnulig ferðaskrivstova, við heimstaðið í Tórshavn, og avgreiðir ferðir fyri virkir, stovnar og skipafeløg, kring allan heim.
Arbeiði fevnir m.a. um:
- Sølu, ráðgeving og kundatænastu
- Bílegging av ferðaseðlum í Amadeus
- Bílegging av hotellum, bilaleigu, v.m.
- Samskipan við okkara veitarar í Føroyum og útlondum
Vit vænta at tú hevur hesar førleikar / neyðug førleikakrøv:
- Ert áhugað/ur í sølu og kundatænastu
- Tosar og skrivar Føroyskt, Danskt og Enskt
- Góðan teldukunnleika
- Kunnleiki til Amadeus bókingarskipanina, er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
Persónligir førleikar:
- Tú arbeiðir sjálvstøðugt
- Tú ert smílandi, ágrýtin, fyrikomandi og lætt/ur av lyndi
- Dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar
- Hevur góð samstarvsevnir
Hjá Alpha Travel fært tú:
- Eitt spennandi arbeiðspláss, við nýggjum avbjóðingum hvønn dag, har vit altíð raðfesta, at geva tí bestu tænastuna
- Eitt arbeiði har sjálvstøði og nýhugsan vera høgt mett.
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Løn og treytir sambært avtalu.
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at senda eina umsókn og C.V. á teldupostadressu tnd@alphatravel.fo
Umsóknarfreistin er. 20.09.2025