Lýsing
Sjúkraflutningstænastan søkir eftir einum útbúnum ambulansuviðgera at byrja 1. januar 2026.
Talan er um fast starv.
Um Sjúkraflutningstænastuna:
Sjúkraflutningstænastan er ein deild við ymiskum uppgávum. Høvuðsuppgávan er at veita
bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum, skaddum og rørslutarnaðum. Sjúkraflutningstænastan hevur eisini ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er inni á sjúkrahúsinum. Hetta setir stór krøv til starvsfólkini, sum mangan arbeiða undir serstøkum umstøðum.
Tað starvast 10 í Sjúkraflutningstænastuni. Deildin hevur 2 sjúkrabilar, umframt 3 bilar til onnur endamál. Túratalið er uml. 2.500 túrar árliga.
Sjúkraflutningstænastan krevur, at øll starvsfólk skulu til eina praktiska roynd í lívbjargandi
arbeiði eina ferð um árið, fyri at tryggja at tænastan veitir eitt dygdargott arbeiði.