Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
24. juni 2024
Útgongur
8. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum anæstesisjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv í tíðini 1. september 2024 til 31. juli 2025. Arbeiðstíðin er 1,0 við tilkallivakt eftir galdandi reglum. Umsóknir til longri vikariat í sama tíðarskeiðið hava eisini okkara áhuga.

Vit vænta, at umsøkjarar

  • seta tørvin hjá sjúklinginum í hásæti
  • ynskja mennandi avbjóðingar
  • hava evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • eru positivir, fleksiblir og hava góð samstarvsevni
  • hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
  • kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini og vera ein partur av felagsskapinum
  • hava áhuga at undirvísa lesandi og næmingum
  • hava prógv og góðkenning sum anæstesisjúkrarøktarfrøðingur
  • hava telduførleika - vit nýta Cosmic.

Vit kunnu bjóða

  • ein áhugaverdan og skiftandi arbeiðsdag saman við góðum starvsfelagum
  • eitt starv við nógvum fjølbroyttum avbjóðingum
  • skipaða innleiðslu.

Setanartreytir
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Agnete Vestergaard, deildarleiðara tlf. 34 33 00 ella teldupost agnete@ssh.fo.

Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til starv@ssh.fo í seinasta lagi 8. juli 2024.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið