Lýsing
Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir anestesisjúkrarøktarfrøðingi í fast starv á Anestesideildini á fulla tíð frá 01.09.2023. Talan er um dagvakt, tilkallivakt og døgnvakt.
Bráðdepilin veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini: Anestesideild, Viðrakning, Intensivu deild, Bráðmóttøku/Skaðastovu, Kommunulæknavakt og Sjúkraflutningstænastu.
Arbeiðið sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur fevnir í høvuðheitum um at doyva sjúklingar til skurðviðgerðir innan fleiri sergreinar, t.d. ortopædi, gynækologi/obstetrik, almen kirurgi, urologi, oyra, næsa og háls, eygna- og tannlæknaviðgerð. Anestesisjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir í tøttum samstarvi við anestesilækna, og saman standa tey fyri umleið 2500 anestesium árliga. Dagliga arbeiðið hjá anestesisjúkrarøktarfrøðingunum umfatar eisini uppgávur í samband við umsiting av goymslurúmi.
Aðrar veitingar hjá anestesisjúkrarøktarfrøðinginum uttanfyri dagliga arbeiðsøkið á anestesideildini eru at leggja venflons á ymisku deildunum, at vera partur av trauma- og hjartastopptoymi og at veita anestesi í samband við til ECT. Eftir at hava ognað sær neyðugar royndir innan serøkið, gerst bráðfeingis sjúklingaflutningur uttanlands somuleiðis partur av arbeiðsuppgávunum hjá anestesisjúkrarøktarfrøðinginum. Eisini fevnir starvið um undirvísing av starvsfólki og lesandi.
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur
- Telduførleika á brúkarastøði
- Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
- Fakligan áhuga, fleksibul og virkisfús/ur
- Trívist við avbjóðingum og at hava nógv um at vera
- Hevur góð samstarvsevni og megnar at arbeiða tvørfakligt
- Er sinnað/ur at skapa góðan trivnað og felags mentan á deildini
- Ááhugað í at undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar og aðrar samstarvspartar