Lýsing
Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir anestesisjúkrarøktarfrøðingi í fast starv á Anestesideildini á fulla tíð frá 01.04.2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um dagvakt, tilkallivakt og døgnvakt.
Bráðdepilin veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini: anestesideild, viðrakning, intensivu deild, bráðmóttøku/skaðastovu, kommunulæknavakt, sjúkraflutningstænastu og endurvenjingardeild.
Arbeiðið sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur fevnir í høvuðheitum um at doyva sjúklingar til skurðviðgerðir innan fleiri sergreinar, ortopædi, ryggkirugi, gynækologi/obstetrik, almen kirurgi, mammaekirurgi, urologi, oyra-, næsa- og háls-kirurgi, eygnakirurgi og tannlæknaviðgerð. Anestesisjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir í tøttum samstarvi við anestesilækna, og saman standa tey fyri umleið 2700 anestesium árliga. Dagliga arbeiðið hjá anestesisjúkrarøktarfrøðingunum umfatar eisini uppgávur í samband við umsiting av goymslurúmi.
Aðrar veitingar hjá anestesisjúkrarøktarfrøðinginum uttanfyri dagliga arbeiðsøkið á anestesideildini eru at leggja venflons á ymisku deildunum, at vera partur av trauma- og hjartastopptoymi og at veita anestesi í samband við til ECT. Eftir at hava ognað sær neyðugar royndir innan serøkið, gerst bráðfeingis sjúklingaflutningur uttanlands somuleiðis partur av arbeiðsuppgávunum hjá anestesisjúkrarøktarfrøðinginum. Eisini fevnir starvið um undirvísing av starvsfólki og lesandi.