Anti Doping Føroyar
Útgivið
30. juni 2025
Útgongur
28. juli 2025
Staður
Eystara Bryggja 30, 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Partíðarstarv
T-post
antidoping@antidoping.fo

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri ítrótti og vilt tú vera við til halda ítróttin reinan?
Anti Doping Føroyar søkir eftir álítandi anti doping eftirlitsfólki at taka lut í arbeiðinum at tryggja reinan ítrótt í Føroyum.

Um starvið:
Sum anti doping eftirlitsfólk kemur tú at verða partur av toyminum hjá Anti Doping Føroyum, ið taka dopingroyndir av íðkarum í sambandi við kappingar og venjingar. Arbeiðið fer fram kring alt landið og kann bæði vera dag, kvøld og vikuskiftiskifti.

Vit bjóða:

  • Tímalønt starv við kappingarførari løn
  • Spennandi og samfelagsavgerandi arbeiði
  • Góða upplæring og vegleiðing

Vit vænta, at tú:

  • Ert álítandi og nágreinilig/ur
  • Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur góðar samskiftisførleikar
  • Kanst arbeiða fleksibult, alt eftir nær kappingar og venjingar eru
  • Hevur koyrikort

Um tú hevur innlit í ella áhuga fyri ítrótti er tað ein fyrimunur, men ikki krav.

Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsóknarfreist: 28. Juli 2025
Send umsókn og stutt lívrensl til antidoping@antidoping.fo.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á +298 210402 ella antidoping@antidoping.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið