Lýsing
Vit sóknast eftir dugnaligum apotekara at standa á odda fyri Suðuroyar Apoteki.
Starvið
Apotekarin er ovasti leiðari á Suðuroyar Apoteki og hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum og menningini av apotekinum. Apotekarin skal tryggja at kundarnir fáa best møguliga tænastu, og at tænasturnar á heilivágsøkinum støðugt verða mentar í mun til tørvin í samfelagnum. Harumframt skal apotekarin tryggja at bygnaður og góðska eru í samsvari við nútíðar krøv. Apotekarin verður sjálv/ur í stóran mun við til at skapa starvið, eins og at skipa menningina av Suðuroyar Apoteki í samráð við stjórnina í Apoteksverkinum.
Høvuðsuppgávurnar hjá apotekaranum eru m.a. at:
- verða ovasti leiðari á Suðuroyar Apoteki, og at verða bindilið millum landsapotekaran og starvsfólk á Suðuroyar Apoteki
- menna Apoteksverkið við at luttaka aktivt í stjórnararbeiði
- ráðgeva landsapotekaranum o.ø., og vegleiða í spurningum innan heilivágsøkið
- hava ábyrgdina av fíggjarætlanini fyri Suðuyrouar Apotek, og tryggja at hon verða hildin gjøgnum eina skilagóða raðfesting og stýring
- fremja skilagott samstarv og samskifti við landsapotekaran, stjórnina, starvsfólk og aðrar áhugabólkar innan heilivágsøkið
- tryggja at Suðurouar Apotek hevur eitt vælvirkandi leiðslutoymi, sum tekur neyðugar avgerðir
- ganga á odda, soleiðis at Suðuroyar Apotek frameftir verður í fremstu røð í øllum viðkomandi viðurskiftum innan heilivágsøkið
- apotekarin skal í samráð við landsapotekarin seta tíð av til stjórnararbeiði.
Førleikakrøv
Krav til umsøkjaran: (samb. apotekslógini §7, stk 1 og 2)
Hevur staðið danskt farmaceutiskt kandidatprógv ella líkt prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála
við onnur lond, og í starvi frammanundan vorðin skikkaður til at standa fyri rakstrinum av apoteki.
Vit vænta okkum, at tú m.a.:
- hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum
- við tínum leiðsluhátti skapar góðan trivnað og mennir leiðarar, starvsfólk og Suðuroyar Apotek sum heild
- dugir at síggja heildina, og ert sinnað/ur at gera neyðugar broytingar, sum geva meining fyri Suðurouar Apotek og Apoteksverkið sum heild
- ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva
- ert sjónlig/ur á Suðuroyar Apoteki og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum
- ert strukturerað/ur, hevur skil fyri fíggjarstýring og góð evni at taka avgerðir, loysa ósemjur, raðfesta og fremja ætlanir í verki
- hevur góð samskiftisevni í skrift og talu
- hevur áhuga í og vitan um heilsuverkið sum heild
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark. Næsti fyrisetti er landsapotekarin, og tann ið settur verður skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú venda tær til Hjalta Gunnarstein, landsapotekara á tlf.: 404100 ella við at senda ein teldupost til: landsapotekarin(at)apotek.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Apoteksverkinum: www.apotek.fo.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skal stílast til:
Landsapotekarin
Staravegur 15
FO-100 Tórshavn
og sendast við at trýsta her.
Umsóknin skal verða landsapotekaranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 28. mai 2025. Ætlanin er, at starvið verður sett frá 1. august 2025, ella eftir nærri avtalu.
Um Suðuroyar Apotek
Høvuðsvirksemi hjá Suðuroyar Apoteki er í Suðuroy. Umframt at selja heilivág selur apotekið ein hóp av merkivørum og aðrar heilsubótarvørur. Á Suðuroyar Apoteki starvast 12 fólk.