Lýsing
ARBEIÐ EFTIR SKÚLATÍÐ HJÁ colorama Á HÁLSI
UM TEG
- Tú ert íðin og frykmond
- Tú ert tænastusinnað/ur
- Tú ynskir at menna teg innan handilsarbeiði
UM STARVIÐ
Sum starvsfólk hjá Colorama á Hálsi kemur túat arbeiða annan hvønn leygardag, kl. 10.00- 16.00, og onkrar dagar aftaná skúlatíð til kl. 17.30 ella kl. 18.00. Tú kemur at arbeiða úti í handlinum við at hjálpa og vegleiða kundum okkara, rudda og hampa um handilin og fylla vørur upp. Møguleiki er eisini fyri at læra um at selja gardinur og máling.
YNSKIR TÚ AT SØKJA STARVIÐ?
Send eina umsókn til eydun@colorama.fo, og skriva eitt sindur um teg og, hví tú ynskir at arbeiða hjá Colorama á Hálsi.
Umsóknin skal vera inni innan 31. mars 2026.
Hevur tú spurningar um starvið, so kanst tú seta teg í samband við
Eyðun Karbech Mouritsen á tlf. 519220.