Lýsing
Arbeiðsfólki skal fyri tað mesta arbeiða innan viðlíkahald, reinhald og fríðkan av kommununi, umframt kavarudding og salting.
Vit vænta av tær at tú:
Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.
• Hevur góð samstarvsevnir.
• Klárar at arbeiða sjálvstøðugt.
• Dugir væl at loysa uppgávur.
• Hevur eyga fyri umhvørvinum.
Setanartreytir:
Starvið er tímalønt og setanarviðurskiftini og løn verða sambært sáttmála millum KAF og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsókn við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða okkum í hendi innan fríggjadagin 07. Juni 2024 kl. 12:00 og skulu sendast til :
Sørvágs kommunu, Varðagøta 8, 380 Sørvágur ella sorvag@sorvag.fo.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til arbeiðsformannin á tlf. 233214.