
Lýsing
NEVIÐ framleiðir eitt breitt úrval av feskum og frystum fiskavørum – alt í hægstu góðsku. Við 25 ára royndum hava vit bygt eitt starvspláss, har dygd og samanhald millum okkara starvsfólk, er eitt eyðkenni.
Vit tryggja høga góðsku, tí fiskurin er feskur. Góðskan á fiskinum úr reina og kalda havinum í Norðuratlantshavi er væl kend um allan heim.
Tú
Vit vænta, at tú ert arbeiðsfús/-ur, fryntlig/-ur, og dugir væl at samskifta og samstarva. Tað er sum ein fyrimunur at vera kropsliga væl fyri.
Arbeiðsuppgávur
- Hondskering
- Reinskering
- Pakking
- Ymiskt annað
Vit bjóða
- Góða upplæring
- Fjøltáttaðan arbeiðsdag
- Smidligar arbeiðsumstøður
- Væl skipað viðurskifti
Setanar- og lønarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Meira kunning
Hevur hettar tín áhuga fæst meira at vita um starvið frá arbeiðsformanninum umvegis telefon 217870
Umsóknin
Send umsókn tína á teldupost info@nevid.
Freist
Umsóknarfreistin er 24. juni 2025.