Lýsing
Søkt verður eftir arbeiðsfólki at byrja skjótast tilber.
Vit rokna við, at tú ert røkin og álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt men eisini í einum toymi, tá talan er um størri arbeiði.
Búsetur hevur arbeiði í fleiri støðum í landinum, og tí kann roknast við skiftandi arbeisplássi.
Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
Lønin verður avtalað millum partarnar.
Starvið verður sett, skjótast gjørligt.
Umsókn kann sendast til:
Sp/f Búsetur
Á Hjalla 24
188 Hoyvík
Ella á t-post: busetur@busetur.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi skjótast gjørlitg, tó í seinasta lagi 21. oktober 2022
Vil tú hoyra nærri um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Sjúrður Holm á telefon 210830.
Búsetur er stovnað í 1987 og í løtuni hava vit á leið 60 fólk í starvi. Vit hava bæði størri og smærri arbeiði innan alt slag av bygging og umvæling, eins og vit kunnu átaka okkum uppgávur í sambandi við skipaumvælingar bæði aptering og garnering. Vit leggja stóran dent á heilsu og trygd hjá starvsfólki og á umhvørvið sum heild. Vit eru ein álítandi fyritøka, og leggja dent á at hava nøgdar kundar.