Lýsing
Dámar tær fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur, har eingin dagur er líka?
So átti tú umhugsað at sent eina umsókn inn til Rakstrarstøðina, so tú kanst blíva partur av snarliðnum hjá Tórshavnar kommunu, ið júst nú manglar arbeiðsfólk.
Snarliðið tekur sær av alskyns uppgávum, ið koma inn gjøgnum »Prei« skipanina hjá Tórshavnar kommunu. Uppgávur úr Prei skipanini verða viðgjørdar av einum málsviðgera og sendar til Snarliðið at avgreiða. Uppgávur hjá snarliðnum koma fyrst og fremst til at snúgva seg um viðlíkahald í høvuðsstaðarøkinum. Snarliðið tekur sær millum annað av umvæling av garði, rekkverki, rætta flísar, stoyping av grund til bussskýli o.s.fr.
Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/arbeidsfolk-til-snarlidid/